Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Jobmatch: Í ár verður Norðurlandahúsið fullsett við føroyskum arbeiðsgevarum, sum vilja koma á tal við lesandi ella fólk við útbúgving, sum søknasti eftir starvi ella øðrum avbjóðingum í Føroyum.

Jobmatch hevur veruliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvsstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári.

Sum nakað nýtt ber til at bíleggja tíð til eitt CV-tjekk. Tað er ALS sum tekur sær av hesari uppgávu í samstarvi við Jobmatch, og fer tað fram á bási teirra í Skálanum.  Til ber at taka sítt CV við og fáa tað eftirmett á básinum hjá ALS.

Somuleiðis kunnu vitjandi fáa vegleiðing í mun til útbúgving-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Hetta er ein ráðgeving, sum Vegleiðingarstovan í samstarvi við Jobmatch bjóðar øllum teim vitjandi, og ber tað til at bíleggja sær eitt prát við Vegleiðingarstovuna inni á jobmatch.fo. 

Longu nú hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, og til ber at gera hetta umvegis hemasíðuna jobmatch.fo fram til sunnudagin 29. desember kl. 12. Men best er at bíleggja í góðari tíð.

“Tað er eitt sera breitt úrvæl av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan millum annað framleiðslu, heilsu, hondverk, tænastu og fyrisiting.  Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin” sigur Katrin.

Jobmatch starvstevnan verður mánadagin 30. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.

Tórshavnar kommuna og Bakkafrost stuðla Jobmatch 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo