Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hon æt Karla Dana, var 29 ár og útbúgvin fornfrøðingur við sergrein í víkingatíðini. Hon var upprunaliga úr Meksiko men búði í Florida, USA.

Í fjør gjørdist hon limur í tignarliga klubbanum The Explorers Club,  sum varð stovnaður í 1904 við tí endamáli at gera rannsóknarferðir til trupul støð í heiminum, og síðani siga øðrum frá um royndirnar. Hon hevði sambært LinkedIn vangamyndini arbeiðsroyndir úr Kosta Rika, Nikaragua, Panama, Spania, Onglandi, Týsklandi, Marokko, Kina og Taivan.

Í einum bloggi um komandi ferðina við Naddoddi, skrivaði hon millum annað soleiðis, eftir øllum at døma eftir at hava hugt at filmi av sjónum, sum hann kundi arta sær, har tey skuldu sigla:

- Havið er vilt og vakurt og ein áminning um ráu megina í náttúruni. Eg kenni meg sera hepna at sleppa við hesa ferðina, men tað er skjótt at spenningurin blívur til ræðslu, tá tú sært stóru aldurnar kasta við nútímans bátum, sum vóru teir leikur.

Orðini vórðu at síggja til skrivað mikudagin í farnu viku, júst eina viku áðrenn hon varð funnin druknað útfyri norsku strondini.

Joseph Dituri, formaður í lokalu greinini av Explorers Club í Florida, sigur við BBC, at deyðin hjá Karlu er ein áminning um, at hóast rannsóknarferðirnar kunnu síggja út sum tær eru lættar, so eru tær alt annað enn tað.

- Hesin djarvi ævintýrarin fór foldum frá, ímeðan hon gjørdi tað, henni dámdi best, men bara alt ov tíðliga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo