Innsent: Tað er Edmund Williamson, sum hevur týtt sangin "Somewhere in my memory" til føroyskt. Marjun Wolles syngur.
"Djúpt í mínum minni" var tikin upp hjá Johann Asmundsson í Stúdíó Paradís Íslandi og hjá Hans Poulsen í IntroVers Studio í Runavík fyrr í ár.
Spælararnir eru:
Klaver Kjartan Valdemarsson
Kontrabass Sigmar Þór Matthíasson
Horn Johan Hentze
Sangurin er á veg inn á spotify og verður at finna á hesum playlistanum, tá hann er komin inn. Her ber eisini til at hoyra sangirnar: "Hátt undir himmalsins stjørnum", "Kvirra um fjøll og fløtur" og "Tú lítli staður Betlehem". https://open.spotify.com/playlist/0f4u2qo5ejWGcdlJpwY2Tg
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo