Í morgin verður tó gott veður við lítlum vindi av ymsum ættum tað mesta av degnum, okkurt ælstroyggj kemur og tað verður skýggjað, hitin 13-11 stig.
Týsdagin sólglottar og framvegis bert eitt lot mest eystaneftir, kanska okkurt æli og sami hitin 12-13 stig.
Mikudagin verður meira vindur, ættin verður norðan og tað verður ælaveður allan dagin.
Hósdagin ímillum norðan og útnyrðing, mest turt og sólglottar og hitin 8-9 stig.
Fríggjadagin bert eitt gul høgt, onkrir sólglottar og hitin 8-9 stig.
Næsta vikuskifti verður meira vindur, serliga leygarkvøldið og sunnudagin, høgætt og sunnudagin fer at regna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo