Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hjartans takk fyri sýnda samkenslu,  tá ið elskaði maður og pápi Óla Jákup Rólantsson (Ollie) 27.05.56  – 20.08.24 doyði og varð jarðaður.

Takk tit á G4 og G1 á Lands sjúkrahúsinum fyri umsorgan og hjálp.

Takk til Elim-toymið fyri umsorgan og góða hjálp. 

Takk fyri talu, bønir og sang, og takk fyri, at tit vóru við at gera jarðarferðina so hjartaliga og góða.

Takk til Theodor Eli Dam Olsen, prest, fyri at taka sær góða tíð saman við okkum í heimi okkara. 

Takk fyri umsorgan, at tú lurtaði og gav góð ráð. 

Takk fyri hjartaliga talu.

Takk øll tit, sum vóru um okkum og saman við okkum frá tí løtu, vit fingu lagnuboðini um Ollie.

Takk tit, sum uttan áheitan fóru í gongd við fyrireiking til jarðarferð og ervi. Vit eru so sera takksamar fyri øll tykkum, sum hjálptu við jarðarferð og ervi.

Takk til sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar.

Takk tit øll, sum fylgdu honum til gravar. Takk fyri heilsanir, minningarorð, blómur og kransar.

Takk øll, sum hava vitjað okkum heima, bakaðu til okkum og til ervið og hava verið á gólvinum við góðynskjum og gávum.

Av hjarta takk tit øll, sum hava hugsað um Theresu og givið henni gávu. Vit kenna nøvnini á øllum tykkum.

Stóra takk fyri umsorgan og samkenslu í hesi sváru tíð.

Takk fyri tær nógvu samkenslukvøðurnar, vitjanirnar og allar blómurnar, sum hava vermt okkara hjørtu í stóru sorgini.

Takk øll tit, ið vóru til jarðarferðina og fylgdu Ollie til hansara seinasta hvíldarstað.

Gud vælsigni tykkum øll.

Laila og Theresa

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo