Tað hevði verið gott um beinleiðis flogsamband kundi verið ímillum Hetland og Føroyar. Tað hevur ein hetlendskur ráðslimur, Alex Armitage, sagt við umboð fyri Loganair.
- Mentunarligu bondini til Føroya eru sterk, so hvørji eru sannlíkindini fyri, at Logan air fer at flúgva til Føroya, spurdi hann umboð fyri Loganair, skrivar Shetland News.
Luke Lovegrove, sum er sølustjóri hjá Logan Air, svaraði, at fyribils eru ongar ætlanir um at flúgva til Føroyar.
Í Føroyum er avbjóðingin millum annað stutti vøllurin eins og aðrar avmarkingar.
- Okkara trygdarstig er sera høgt, og vit mugu ansa eftir at flúgva til floghavnir, har hetta ikki verður sett í vanda, sigur hann sambært Shetland News.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo