Nú komu boðini, at trúboðarin og rithøvundurin Zacharias Zachariassen var fluttur um sýn.
Zacharias andaðist á Landssjúkrahúsinum seinnapartin mánadagin 21. august, har hann hevur ligið seinastu vikurnar. Zacharias fylti 82 ár 6. august. Hann rakk kappaaldurin og er tann fyrsti fulltíðartrúboðarin innan brøðrasamkomurnar í Føroyum, sum hevur nátt tey áttati.
KALLIÐ
Zachariassen Zachariassen var fakliga útlærdur sum blikksmiður, men hetta gjørdist ikki lívsstarv hansara, tá ið hann tíðliga í lívinum kendi kallið at halga lív og náðigávur sínar til Harrans verk burturav. Zacharias sigur sjálvur í eini útvarpssamrøðu, at tá ið honum var greitt, at yngsti bróðir hansara eisini var deyvur, eins og fimm onnur av systkjum hansara, so fór hann at hugsa nógv um, at sjálvur hevði hann fingið allar sansirnar. Hetta gjørdist hansara kall, at hann átti at brúka hesa gávuna, sum flestu systkin hansara ikki áttu: at tala Guds orð.
NÆSTINGAR
Zacharias er føddur og vaksin upp í Mortansstovu í gamla bygdarlagnum í Norðragøtu. Hann eitur eftir abbanum í Gøtu, sum var bóndi og æt Zacharias Zachariassen. Foreldrini vóru Malena og Jákup Zachariassen. Pápin var sostatt úr Norðragøtu, meðan mamman var úr Runavík og var dóttir Hans Tausen, sum var fyrsti niðursetumaður í Runavík. Malena og Jákup fingu 7 børn, har Zacharias var elstur.
Zacharias var fyrst giftur Poulu úr Hvalba. Tey áttu synirnar Dánjal, Jákup og Jógvan. Í seinnu giftu – við Lis, sum er ættað úr Klaksvík – átti hann synirnar Arna og Pætur. Tey hava búð í barnaheiminum hjá Zachariasi. Barna- og langabbabørnini eru tilsamans 15.
LÍVSYRKI
Zacharias Zachariassen hevur talað og undirvíst í orði Guds í Føroyum og uttanlands í 56 ár. Men hann hevur ikki bara talað. Hann hevur eisini verið ein virkin rithøvundur í fleiri áratíggju. Saman við bróður sínum Flóvini stovnaði hann blað- og bókaforlagið Leirkerið, sum hevur givið út blaðið Leirkerið og stórt tal av kristiligum bókum, har hann sjálvur hevur skrivað fleiri teirra.
SÁLMASKALDIÐ
Eisini hevur hann skrivað og týtt nógvar sangir og sálmar. Í nýggju sangbókini hjá Brøðrasamkomuni, sum kom út í 2015, eigur Zacharias ikki færri enn 122 sangir. Hann hevur m.a. skrivað sangirnar: Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg – Eg sum lítil piltur gekk í sunnudagsskúla – Unga hjarta mítt vanst tú, á, Harri – og tað var Zacharias, ið eisini gav okkum heimskenda sangin hjá John Newton „Amazing Grace“ á føroyskum.
Høvuðsbókaverkið hjá Zachariasi, vil onkur halda, er bókin „Bíblian á føroyskum í hálva øld“. Bókin er ein saklig ritgerð um bíbliutýðingina hjá Victor Danielsen, har Zacharias loysir úr lagdi og skjalfestir nógv, sum almenningurin ikki áður hevur kent og vitað um. Tí hevur onkur hildið fyri, at Zacharias átti tann heiður uppibornan at fingið doktaraviðurkenning fyri bókina.
LÍVSKÓSIN SETT
Zacharias kom til persónliga trúgv á Jesus Kristus sum unglingi, tá ið hann tosaði við pápa sín um hesi álvarsomu viðurskifti. Tað var hetta vegamótið í lívi hansara, sum fekk hann at velja ta lívsleið, sum hann fylgdi alt sítt lív.
23 ára gamal – í 1958 – fór hann á bíbliuskúlan „Moorlands Bible College“, sum liggur í Suðuronglandi. Har las hann í trý ár gudfrøði, bíbliuyvirlit, samkomusøgu, missiónssøgu og onnur viðkomandi evni og var so statt væl fyri bæði andaliga og akademiskt, tá ið hann kom aftur til Føroya í 1961 og fór undir at virka sum ferðandi bíbliuundirvísari og evangelistur millum brøðrasamkomurnar í Føroyum.
BÍBLUSKEIÐ Í ZAREPTA
Í samfull 50 ár hevur Zacharias á hvørjum árið bjóðað til bíbliuskeið í Zarepta, sum hvørt ár hevur hevur verið fullteknað, og hann hevur altið verið við sjálvur, har hann ótroyttiliga hevur havt bíbliutímar. Í fjør segði Zacharias frá sær ábyrgdina av bíbliuskeiðinum, tá ið hann gav Símuni Pæturi á Torkilsheyggi leiðsluna víðari. Símun hevði so fyri fyrstu ferð ábyrgdina av bíbliuskeiðinum í fjør.
Áðrenn Zacharias gjørdist sjúkur, hevði hann ætlanir um at vera við á bíbliuskeiðinum í ár, sum byrjar mánadagin 28. august, men so skuldi ikki vera. Zacharias verður jarðaður beint undan, at bíbliuskeiðið byrjar, mánadagin 28. august.
ZACHARIAS OG BRYNLEIF
Hann stóð undir liðini á Brynleifi Hansen, sála, tá ið hesin fór undir barnalegurnar við Áir í 1965 og tá ið Zarepta varð bygt í Vatnsoyrum fyri 50 árum síðan – í 1967. Brynleif átti í Zachariasi ein hollan vin og stuðul, sum eisini kom til sjóndar, tá ið Brynleif so brádliga varð tikin burtur og Zacharias mátti taka eina enn størri ábyrgd í Zarepta. Zacharias segði mangan, at hann líknaði vinabandið millum hann og Brynleif við vinabandið millum Dávid og Jónatan – og nú eru teir aftur saman!
Kistan fer av Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl.17:00. Jarðarferðin verður leygardagin 26. august úr Filadelfia í Gøtu kl.13:00 Tey, sum vilja minnast Zacharias, kunnu lata Zarepta eina gávu. Konta í peningastovnunum.
Kristiliga Tíðindatænastan vil sýna samkenslu við familjuni, ið situr eftir við sakninum, og ynskir Guds frið og signing yvir minnini eftir trúboðaran og rithøvundin Zacharias Zachariassen.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo