Tann 15. juli 1957 fór hann 15 ára gamal til Grønlands við norska línubátinum “Aspø”, ið lá við Longukai í Klaksvík og manglaði ein mann.
Víkjandi hugur til skúlagongd mátti dvína fyri langtan til havsins høvi.
Manningin við “Aspø” vóru norðmenn og ein maltesari, fittur sjómaður annars, sum náttina fyri hevði brotið inn í kai-húsið, sum tá stóð mittskips á brúnni, fyri at forvinna sær nakrar lættvunnar krónur, men til fáfongdar, tí einki var inni har av virði. 67 ára gamla misgerðin, sum ikki varð uppklárað, verður við hesum avdúkað.
Leiðin lá tá til Vesturgrønlands, eins og fleiri ferðir seinni við “Lillie” við fræga skiparanum Sigmundi Heinesen úr Kunoy.
Fuglar sum fyrimynd
Har var manningin føroysk, og hvør maður við serstøkum lyndiseyðkenni. Sum táið teir vegna ís ella fiskaloysi leitaðu suður á Flemish cap, har ið sól og summar var, og teir ungu menn arbeiddi berir yvir beltið á dekkinum, meðan tveir gamlir gubbar, klæddir í stúku og ullint, tøvt í klett, blástu eins og eintaktar-motorur við gløðihøvdi (Tuxham), og sum tó tvíhildu um at: “Fuglar kasta ikki fjaðrarnar, um flogið verður nakað suðureftir!”. Og harvið varð tað.
Helgi mintist serliga, hvussu Hans Jákup Glerfoss, skald og listamaður, aldi fram hugna og fragd við gittara sínum og sangi. Sjálvur hevði Helgi frá ungum av harmoniku við á mongu ferðum sínum um lond og høv seinni.
Upp á langfart
Hesa avgerð og leið út á blíðari farvatn tók Helgi eftir ein túr av Sørvági um Mykinesfjørð út á fiskafeltið í ringasta sjaskveðri við línubátinum “Vesturvón” - Eivind var skipari - har ið línustampurin mestsum líka so ofta hekk leysur undir loftinum í egningaskúrinum.
Helgi sigldi fleiri ár við svenskarum, Johnson Line, seinni við Kosan Gas A/S o. ø.
Hann tók skipsføraraprógv á Sjómansskúlanum í Havn og las seinni til maskinverkfrøðing á Helsingør Teknikum.
Egnar leiðir
Dreymurin til at føra egið skip lá í Sørvágsættini. Langabbin í faðirlegg, “Leyningurin”, Óla Christian Magnusen, læt, saman við versoninum Óli Niclasen, ættaður av Úti á Bø, svágrunnunum Hans Frederik og Thomas Djonesen og Olaf Finsen, apotekara, ein 18 br. t. bát, nevndur “Prøven”, byggja hjá Liasi í Rættará í 1903.
Óli á Bø var skipari og motorpassari og førdi “Prøven” til fiskiskap bæði her heima og undir Íslandi við.
Erik, elsti sonur Óla, læt í 1948 byggja og førdi “Dragasund”. Eivind bygdi fyrst “Barið” og læt seinni, saman við brøðrunum Jóhannesi og Hjalmari o. ø. byggja “Vesturvón”, línubát og hekkutrolarar.
Erfaring
Lívið er eittans og avmarkað, og tað er als eingin bein linja hjá nøkrum. Eina mest møtir ein stríð og mótgongd, sigur Skriftin, og táið bogar koma í leið og legu á gøtuni, kunnu hesir vitiliga tíðum verða sjálvvaldir og sjálvgjørdir við. Eingin er sakleysur her.
Eftir drúgvar royndir bendi erfaring hansara inn á gassskipavinnuna, og saman við váðafúsum monnum varð farið undir hetta gassskipaátakið. Tvey skip blivu sett í gerð, sum í virkisførleika vóru mong ár framman fyri kappingarneytarunum.
Helst allir útgerðarmenn kenna til ta tunga, seinasta takið av skipsins liðugt gerð og at fíggja útgerð til fyrsta túrin. Her táttaði eisini í hjá teimum – við seinkan og dýrkan.
Óreint stev
Men táið heimligi juristurin hjá danska kappingarfelagnum fór út á geilar við lúnskum ófrætta tíðindum, um at har stóð enn verri til, fingu lángevarnir kaldar føtur og kravdu sítt.
Tá setti landsstýrið ein arbeiðsbólk, har ið eingin limur átti serliga vitan á økinum, hetta til at meta um ráðiligt var at geva ein gjaldsskáa av veðhaldi, og eitt nú meta um: At betri príslíkindi vóru í væntu, soleiðis um Helgi og hinir kønu mettu fóru at verða á økinum.
So hendi tað dapra, at tummil bólksins vendi niður eftir, so at danska kappingarfelagið fekk hesi stásiligu, nýggju skipini fyri undirprís.
Hetta tapið neit! Og tað fyri Føroyar við, tí Helgi og hinir høvdu/fingu rætt í teirra metingum. So at hvør hevði fingið sítt.
Aftur á kjøl
Eitt eldri gassskip, sum skuldi vera ein ódýrari bakkur undir nýggju gassvinnuni, bleiv riggað til av teim eftir verandi. Teir fingu eina avtalu , time charter, við orkufelagið Shell í Suðurafrika, og hetta var undir apartheid stýrinum við vinnuligari hóttan fyri politiskum atgerðum. Men tað gekk.
Helgi kom - nakað til árs - heim higar aftur fyri nøkrum árum síðani og festi búgv á Argjahamri, og hann vónaði onkursvegna at finna aftur eina afturundirgerð av farnari, frægari tíð; men tá kom Parkinson-sjúkan og tók yvir og harvið fór so líðandi møguleikin fyri bæði førleika og harmonikuspæli.
Kenslur - telepati
Helgi las nógv og hevði ans fyri lýrikki, eitt nú rósti hann mangan Victors meistaraligu týðingum, sum mangan kendust betri á føroyskum máli enn á upprunamálinum.
Síni seinastu 5 ár var Helgi búfólk á umlættingarheimi í Aalborg. Har dvøldi hann mangan við farin ár á langfarti, eitt nú nevndi hann um, hvussu týðiliga hann merkti hetta – tá staddur úti á brúgvarveinginum á veg út av Port Said – og meðan eitt kent, heimligt sálmalag rann fram fyri sinnið: “At nú fór pápi!”. Og so var - tann 27. august 1971.
Dagur dimmist
Seinastu ferð vit hittust var tann 8. juni í ár, hansara góða minnið var tá fánað, og tala hansara var vorðin til sárt, óskiljandi barkaljóð, samrøðan varð tí einvegis frá mínari síðu, tí hoyrnin er tað seinasta sum fer, siga tey kønu.
Tá gjørdi hann eitt hirs yvir móti orglinum, ið har stóð, og fluttur í rullustóli yvir til tólið legði hann við høgru hond - ta vinstru, visnaðu hondina - niður á ein eyman bass dur, og spældi síðani við høgru hond so yndisliga sangin eftir Hjalmari Hansen, NSGF. nr. 162, týddur av Victor Danielsen:
Hygg, fjøldin til Golgata gongur,
og Jesus ímillum tey fer.
Tey hjartaleyst spotta og háða,
hann blóðigu sárini ber.
Tó sakleysur, myrdur hann verður,
hann valdi hin tornfulla veg,
men eymur hann alt fyrigevur,
hann gjørdi tað alt fyri meg.
Hann gjørdi tað alt fyri meg,
hans elskandi hjarta er brostið,
hann gjørdi tað alt fyri meg.
Loksins
Tá kom tankin krystall klárur til mín: “Er hetta hansara svanasangur, og sum er hansara innasti uggi, nú ið alt annað fjarðar av?”
Og tað var tað. Helgi spældi ikki aftur á orglið, teir 19 dagarnar hann hevði eftir á fold.
Fyrigt hvirvler sneens dun
i den sene dag.
Sådan hvirvler dine år
mod deres ende. (wh)
At gyrða seg við belti, er ikki tað sama, sum at loysa beltið av sær eftir loknan leik, sigur Skriftin.
Leið hansara byrjaði basstiljudagin, 14. juli 1957, og leiddi um stormhørð nes og nøv. Heilt undan ísbrúnni, um bankar New Fundlands og haðani út um heimsins lond og høv, og eftir seinastu ferð lívsins um leitið – varð fonið isað út á danskt deyðavatn.
Runnin er føroyings øld. (jhod)
Arnstein
18.12.2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo