Vestmanna: Enn einaferð verður heitt á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av frostinum.
Helst lata borgarar vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan at vatnið frystur í rørunum. Hetta hevur við sær at brunnarnir tømast.
Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo