Síðstu nátt mátti politiið uppí leikin heilar tvær ferðir, tí heimleys fólk sum halda til í Havn vóru farin til hendurs.
Tey eru farin at halda til í einum bygningi í Havn, og tey eru ikki altíð samd um, hvør skal sleppa inn og ikki. Tey kunnu viðhvørt vera upp til 20 fólk, sambært KvF.
Talan er um bygningin har Frants Restorff helt til, og politiið hevur nú tosað við eigararnar av bygninginum um at vera við til at loysa trupulleikan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo