Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti sera skaðiligum kostískoyti, sum ein danskur ávirkari selur umvegis sína heimasíðu.
- Fødevarestyrelsen hevur givið boð um at steðga søluni av ólógligum kostískoytum, men virkið hevur ikki eftirlíkað, skrivar Heilsufrøðiliga.
Líknandi vøra er seld í Føroyum í fjør, og má ikki brúkast, verður sagt.
Í vøruni eru millum annað plantupartar, sum kunnu skaða livrina álvarsliga og nervalagið varandi, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo