Heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambondum verður løgd fram í Løgtinginum í dag. Tað er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum leggur ætlanina, sum annars var klár fyri umleið einum ári síðani, fram.
Fleiri fyrstu viðgerðir eru eisini á fundinum, millum annað uppskot til ríkislógartilmæli um at yvirtaka Íløgugrunnin fyri Føroyar, og ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lógina um stuðul til politisku flokkarnar.
Eisini uppskotið um at lækka tinglýsingaravgjaldið fær fyrstu viðgerð.
Tingfundurin byrjar klokkan 13.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo