Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Bara fyrstu 9 mánaðirnar í ár hava starvsfólkini í trygdareftirlitunum í amerikanskum floghavnum funnið 5.028 skotvápn í handviðførinum hjá ferðafólki.

Tað er tað sama sum umleið 18 skotvápn hvønn einasta dag, stendur at lesa í eini frágreiðing frá amerikanska flutningsmálaráðnum. Og í veruleikanum er talið minni enn í fjør.

Í USA er loyvt at hava skotvápn við sær umborð á flogfarið, men tað skal ikki vera í handviðførinum, men í innskrivaða viðførinum sum fer í viðførisrúmið.

Níggju av 10 av vápnunum vóru lødd.

Hald verður lagt á vápnini, sum verða uppdagað, og bótin er um 15.000 dollarar, ella einar 100.000 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo