Nøkur fólk fylla meiri ímillum okkara enn onnur, og tí verður tómligari, eftir at tey eru farin. Haldi Hanus undir Leitinum var eitt teirra, nú hann andaðist óvæntað í sjúkraviðgerð.
Hanus varð føddur í Húsavík í 1940 og búði har tað mesta av lívinum. Bæði foreldrini vóru húsvíkingar. Mamman var Kristina, f. Dam, av Bø, og pápin Jákup Sørensen undir Leitinum.
Sørinarfólkið flutti til Húsavíkar um Dímun og Dal úr Sumba. Mikið hevur K.O. Viderø, ættaður úr Skálavík, skrivað um hesa fjølmentu ættina í Søgu Húsavíkar.
Jákup var sjómaður, og Kristina arbeiddi, kvinnum so vant tá, heima alt árið og ansaði teirra nógvu børnum, meðan maðurin var til skips. Slíkt vóru konubrot, bæði móðir og faðir stóran part av árinum.
Jørðin og kríatúrini kravdu sítt av arbeiðsorku, og vóru nógvar hendur í hesum væla og mentaða húsi undir Leitinum. Átta vóru børnini hjá Jákupi og Kristinu.
Leitisfólkini hava myndað væl og víða teirra sermerktu heimbygd.
Hanus hevði sjónáttúru og hug til sjógvin. Sum so mangur føroyskur drongur í 1950-árunum fór hann at fiska við trímenningi sínum, Ansgar Sørensen, ið búði á Trongisvági, og átti og førdi Rólant.
Eisini var Hanus við Demmus Nicodemussen av Sandi skipara við Rólant og við Pálli, ið Demmus keypti við øðrum. Teir fiskaðu undir Íslandi og Grønlandi. Við sluppini Oyrasker hjá D.P. Højgaard vóru Hanus og yngri bróðirin Vilmund onkran túr.
Tann eina veturin róði Hanus út av Tvøroyri og búði hann tá hjá Ansgari.
Saman við øðrum úr Húsavík og Dali fiskaði Hanus við týskum trolarum, ið høvdu føroyingar við til at arbeiða saltfisk.
Hanus gekk nakrar vetrar í skúla og fiskaði um summarið, eitt nú við Anker Gærdum, skipara av Strondum, sild við gørnum, ið var stór vinna tá.
Sørinarfólk eru gløgg, og hugur Hanusar stóð til bókina. Honum fall náttúrligt at nøkta sína tráan eftir vitan við einum uppihaldi á Snoghøj fólkaháskúla.
Hann skuldi við skúlaskipinum Danmark, men ein eldsbruni umborð á einum týskum skúlaskipi, gjørdi hesa ætlan til einkis, tí skúlaskipið Danmark varð lagt hetta árið. Hetta var við til at snúgva lagnu hansara aðrar vegir.
Hanus fór rættiliga tilkomin á Preliminér- og studentaskúla í Havn, har hann tók studentsprógv í 1964. Ólavur Hvíti, stállínubáturin, lá við kei í Havn og bíðaði, til Hanus hevði tikið prógv, og so loystu teir til Grønlands.
Eftir tað fór Hanus til Bournemouth í Suðuronglandi ein vetur á málskúla at lesa enskt. Síðan til Danmarkar at lesa søgu og gudfrøði. Skúlaárið 1968/9 var hann vikarur í Elduvík.
Har hitti hann Fíu, fødd Joensen, úr Frammistovu í Elduvík. Tey giftust og fingu trý børn, Joel, Kristinu og Jallgrím.
Niðurafturkomin fór Hanus á Emdrupborg Statsseminarium, har hann leyk læraraprógv í 1973, tá hann við familju flutti aftur til Føroya. Tey búsettust í Húsavík og búðu har alt lívið. Fía andaðist í fjør. Tað neit Hanusi fast at missa sín lívsfylgisneyta, og hann kom seg ikki eftir missin. Saknurin nívdi hann.
Hanus fekk lærarastarv á nýggja Meginskúlanum á Sandi í 1973 við enskum og átrúnað sum sergreinum. Hann tók útbúgving sum bókavørður og hevði ábyrgd av bókasavninum á Meginskúlanum ta tíð, hann undirvísti har.
Síðst í 80-árunum tók hann við starvi sum fyrstilærari í Húsavíkar og Dals skúla, til hann legði frá sær fyri aldur í 2007.
Hanus var ein av teim lærarum, vit kenna í nøkrum bygdum, ið hava so stóran virkishug, at hann kemur bygdarfólkinum til gagns í álitisstørvum.
Hann hevði stóran áhuga í samfelagsmálum og var valdur í skúla- og kommunustýrini í Húsavík, Dali og á Skarvanesi árini 1976-1990 og aftur frá 2000-08, mestu tíðina sum bygdaráðsformaður.
Húsavík var heimstaður hansara, og Hanus var frá ungum virkin í ungmannafelagnum Sólarris, flestu árini sum nevndarformaður, eisini tá nýggju felagshúsini vórðu bygd og nógv ár eftir tað.
Sum um tað ikki var nóg mikið, so átók hann sær eisini at vera deknur og formaður í kirkjuráðnum, eftir at undanmaðurin Erling Magnussen doyði ungur í 1988, til Hanus nú sjálvur andaðist.
Onkur tók til um henda livandi og virkna mann, at nú hevði hann havt øll álitisstørv í heimbygdini uttan at vera grindaformaður.
Sørinarmenn eru kropssterkir, og Hanus hevði so góðan hug í seyðahaldi og landbúnaði, at hann røktaði Kirkjubøseyðin á Skarvanesi frá mitt í 1970-árunum til nú, hann andaðist.
Hanus var vísur og søgufróður maður. Hann fekk í vøggugávu og brúkti til gleði fyri síni meðmenniskju við ansi fyri máli og mentan sítt eyðkenda húsavíkarmál, sum gekk ætt í ætt úr Skumputoft, Skemmuni á Skarvanesi, úr Suðri og Skúgvi.
Hanus undir Leitinum (eftirnavnið tók hann sær av staðarnavninum, har vøggugangaranir stóðu í Húsavík), var heilur fólkafloksmaður, formaður í landsfelag floksins í mong ár og sat á løgtingi sum varamaður eitt valskeið.
Málburður Hanusar og serliga hansara væl umhugsaðu og fyrireikaðu røður av løgtingsins røðarapalli vóru skilvísar, andbornar og málsligur tónleikur at sita undir sum áhoyrari, av sonnum ein kelda av føroyskari málmentan, sum eitt komandi ættarlið hevði fingið gagn av at leggja sær í geyma.
Hanus møtti trúliga til fundir hjá Fólkaflokkinum. Soleiðis var eisini tá Fólkaflokkurin hevði landsfund í november mánað. Hanus var væl upplagdur og prátingarsamur sum altíð. Hanus fylgdi væl við í politikki og dugdi væl at lesa politisku støðuna. Hanus var hollur í ráðum.
Føroyingar í túsundatali fingu gleði, vísdóm og vitan úr teim samrøðum, sum KvF tíbetur í tøkum tíma hevði við henda mentaða húsvíking, Hanus undir Leitinum, sum andaðist fyri jól, 77 ára gamal.
Samhugi okkara veri við tykkum, sum mistu móður, faðir, ommu, abba og næstu skyldfólk so stutt hvørt eftir annað.
Friður verið við minninum um Fíu og Hanus.
Vegna Folkaflokkin og Sandoyar Fólkafloksfelag
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo