Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

D&V fríggjakvøldið hevði eitt sindur av hvørjum um veður og veðurlag.

Vit fara ikki at spilla tíð til ‘stórtíðindini’ fyrst í D&V, ið tey aftur brúktu til ta 100-ára longu veðurforsøgnina í Gongugøtuni í Havn. Tann tíð, tann sorg.

Men tey góðu veðurtíðindi eftir tíðindini vóru, at Hanus Kjølbro verður fastur táttur eftir D&V fríggjakvøld.

Eitt lot ella gul av høgætt, kulda og kanska kava suður við skandinavisku hálvoynni og Føroyum heilt undan Norðpólinum.

Ein nýggj, regulig sending við skilligum veðurkortum og einum jarðbundnum, skilvísum veðurmanni á Viðareiði, ið longu er blivin fólkaogn í Útvarpinum, tá okkurt serligt hevur verið um veður og vind.

Hanus hoyrir til tað slagið av fólki, ið nú fækka, men sum KvF fer at geva okkum eina løtu saman við hvørt fríggjakvøld eftir tíðindini í D&V.

Vit gleða okkum til at fáa veruliga veðurvísindaliga vitan.

Nú er Petur Hans Dahl tíverri farin. Vit lurtaðu í túsundtali eftir hansara veðurvánum og veðurteknum við áhuga.

Vónandi sleppa vit at eiga Hanus eina drúgva tíð fram.

Hesin hóvligi skilamaður og tað, hann segði í gjárkvøldið, minnir meg um tað, ið ein annar fólksligur skilamaður, nevniliga Osmund Justinussen av og á skrivar um veður og vind, fisk, fiskiskap og fiskillíkindi.

Veðurtíðindini hjá Hanusi í gjárkvøldið um hátrýst og høgætt í nakrar dagar svarar júst til tað, ið Osmund skrivar á síðu 192 í sínum læruríku endurminningum í hansara og Jórunar ‘Lívsins kjalarvørri’.

Sambært Osmundi kundu teir gomlu millum mangt annað vitugt taka soleiðis til, at ‘Henda høgættin verður drúgv, tí hon kemur við so høgum barometurstandi,’

Hetta er lívsvísdómur hjá føroyingum í øldir. Nú fer Hanus at prógva hetta og helst mangt annað líknandi fríggjakvøld eftir fríggjakvøld. Vit gleða okkum.

Ikki frítt, at vit ynskja, at Hanus og Osmund hava rætt í hesum føri, tí eftir drúgva, slavna lágætt í februar tørvar okkum eitt nos av vetrarkulda við ljósum og klárum veðri, um enn nakað av kava fellur fyrstu dagarnar í hvussu er norðanfyri.

Men mest ein tøkk til KvF, at vit sleppa at hoyra og síggja Hanus Kjølbro frameftir, so føroyingar aftur læra, at veður og vindur akta nakrar veðurfrøðiligar reglur, ið byggja á vísindaligar, varandi veruleikar.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo