Hondbóltssambandið skal hava nýggjan stjóra, eftir at Hans Jón Thomsen hevur sagt seg úr starvinum.
– Hetta seinasta árið, ið eg havi sitið sum stjóri, hevur verið serstakliga spennandi og avbjóðandi. Menningin í føroyskum hondbólti gongur við rúkandi ferð, og havi eg saman við nógvum dugnaligum fólkum roynt at lofta hesari menning skipanarliga og umsitingarliga. Tó, eftir nógv ár í leiðslu, havi eg valt at gera aðrar raðfestingar, og nú felagsskapurin skal taka næstu tøkini, fari eg at geva stafettina víðari, sigur Hans Jón Thomsen í viðmerking
Hans Jón Thomsen heldur fram sum stjóri til eftir EM-endaspælið í januar ella til nýggjur stjóri er settur. Fyrispurningurin hesum viðvíkjandi kunnu vendast til starvsnevndarforkvinnuna í HSF, Gunn Ellefsen, á tlf. 593040, ella gunn@hsf.fo.
Í umsitingini hjá HSF starvast í dag, umframt stjóran, trý starvsfólk, sum taka sær av umsitingarliga, fíggjarliga, og ítróttarliga partinum í sambandinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo