Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Síðani 2012 eru broytingar gjørdar í landsskattinum tríggjar ferðir, sum hava lætt um inntøkuskattin hjá fólki.

Í 2012 kom sonevndi flatskatturin hjá borgarligu flokkunum, og tvær reisur hevur samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn givið lág- og miðalløntum eina skattaminking. Fyrru ferð í 2016, og so aftur nú árini 2024 og 2025.

Í sambandi við skattalættarnar til lág- og miðallønt hava andstøðupolitikkarar havt á lofti, at láglønt ikki hava fingið lut í skattalættunum.

Fyri at fáa greiðu á hesum máli, hevur Hans Jacob Thomsen, tingmaður Javnaðarfloksins, sett Ruth Vang fyrispurning um hvussu høgur landsskatturin er á ymsum inntøkum í dag samanborið við fyri 10 árum síðani.

Fyrispurningur kann síggjast her TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo