Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Torgerð Suðuroy letur upp handil við suvenirs í Mykinesi leygardagin, men har verða eisini onkrar neyðsynjarvørur at fáa.

Handilin verður í kjallaranum í húsunum hjá Búa Brattaberg, í Útistovu, og hann er nýliga settur í stand, so at hann minnir nógv um ein handil í gomlum døgum, sigur Torgerð Suðuroy, tá ið VP spyr.

Handilin fær navnið Útistovuhandilin.

- Vit hava tikið veggir niður her í húsum í Vági, sum so eru fluttir vestur til Mykinesar, so handilin fær dám av einum gomlum handli, sigur Torgerð.

Og alt sum verður at fáa av suvenirs í handlinum er tað sum Torgerð Suðuroy ger sjálv. Har verða smúkkur, lutir úr horni, úr silvuri og úr gróti at fáa.

Torgerð Suðuroy sigur seg hava fingið góða avtalu við FK, í sambandi við at handilin letur upp.

Hetta er ikki ein nýggjur dreymur hjá Torgerð Suðuroy, sigur hon, men hevur hon havt hesa ætlan í fleiri ár.

Og í morgin fer so tað seinasta vestur til Mykinesar við tyrluni, av suvenirs, sum verða at fáa í handlinum.

Seinasti handil í Mykinesi, var handilin hjá Ruby og Jógvan Meinhard, sum stongdi einaferð fyrst í 80-unum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo