Russiska álopið á Ukraina og kríggið ið hevur staðist av tí hevur higartil helst kostað hálvari millión hermonnum lívið ella teir eru blivnir særdir.
Tað meta amerikanskir embætismenn sambært New York Times.
Tað er ringt at seta neyv tøl á, tí hvørgin parturin kemur við álítandi upplýsingum um tapini í krígnum, verður eisini sagt.
Lagt verður afturat, at fyri hvønn ukrainskan hermann eru tríggir russiskir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo