Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, skal ikki vænta sær, at Grønland nakrantíð verður partur av ella ogn hjá USA. Ongi umboð fyri teir fimm politisku flokkarnar í Grønlandi vil, at dreymarnir hjá Trump skulu gerast veruleiki, skrivar dr.dk.

- Vit skulu vera harrar í egnum húsi og ikki partur av nøkrum øðrum landi. Vit eru Grønland og vilja virðast sum eitt land, sigur Mariane Paviasen, sum umboðar størsta flokkin, Inuit Ataqatigiit, sum er í samgongu.

Eisini umboð fyri Naleraq, sum er størsti andstøðuflokkur í Grønlandi, Pele Brogerg, sigur nei.

- Vit eru ikki ein handilsvøra, sum hann sigur.

Donald Trump hevur eisini sagt, at hann heldur, at Kanada átti at verið partur av USA. Til tað svaraði kanadski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, soleiðis:

- Eitt kavablak hevur betri tjans í helviti, enn at Kanada nakrantíð verður partur av USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo