Í dag verður hitin í pørtum av Grikkalandi eini 43 hitastig.
Fleiri ferðamál, teirra millum Akropolis í grikska høvuðsstaðnum, verða tí stongd ein part av degnum.
Tað sama hendi í gjár.
Grikska avísin Kathimerini skrivar at fleiri fornfrøðislig ferðamál verða stongd frá klokkan 12 til 17, sum í gjár - til tess at verja ferðafólk móti hitanum, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo