Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Nú fer ein nýggj verkætlan av bakkastokki um barnakrabba í Føroyum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein.

Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabba, fáa innbjóðing at luttaka í hesi verkætlan. Foreldur teirra verða samstundis boðin at luttaka.

Hóast granskað hevur verið í barnakrabba í nógv ár, vita vit enn sera lítið um, hví summi eru í øktum vanda fyri hesum. Hóast tað ikki sær út til, at genetikkur er ein sterk orsøk til barnakrabba, benda úrslit frá umfatandi ílegukanningum á, at meira enn 10% av øllum tilburðum av barnakrabba á einhvønn hátt eru grundað í hesum.

Føroyar eru genetiskt serstakar, tí vit sum fólk stava frá nøkrum fáum forfedrum, og hava verið lutfalsliga avbyrgd frá umheiminum í rúma tíð. Hetta gevur okkum í Føroyum serstakar møguleikar, tá leitast skal eftir ílegum, ið kunnu elva til barnakrabba.

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik  á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetrið, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.

Rebekka Blak, lækni, kemur at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini. Marnar Fríðheim Kristiansen, PhD, hevur ein ráðgevandi leiklut. 

Verkætlanin er fíggjað av Team Rynkeby Føroyar, Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðulsgrunni, Børnecancerfonden og Kræftens Bekæmpelse.

Um onkur, sum hevur havt barnakrabba, ikki hevur fingið innbjóðing til verkætlanina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum fyri kunning og støðutakan, um tit ynskja at luttaka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo