Hvat eru 16.000 milliónir krónur ella 16.000.000.000 kr ímillum vinir?
Onki at tosa um – sær út til.
Tí tað verður ikki tosað um tað.
Tað verður ikki útgreinað
Hatta eru “bert” 0,0001av BTÚ siga nøkur loysingarfólk.
Fyri vanlig fólk merkja 9 nullir onki, tá onki annað tal stendur fremst.
Men tá 16 ella 20 stendur frammanfyri 9 nullir, gerst talið ella upphæddin sera stór.
Fyri hvønn arbeiðandi føroying merkir tað góðar 500.000 kr
Tað er sera nógvur peningur, ið Føroyska politiska skipanin hevur søplað burtur við blokniðurskurði, gjøgnum árini.
Stóra kreppan í 1990-unum kostaði føroyska samfelagnum 11, 9 milliardir.
Síðan ár 2000 eru søplaðar 16-20 milliardir krónur burtur. Óneyðugt. Bert orsaka vánaligum loysingar politikki. Mær vitandi, uttan nakra almenna útgreining frá Landsbanka og Fíggjarmálaráði.
Eisini ein himmalrópandi avnoktan frá loysingarflokkunum. Men hevur tað onga ávirkan á føroyska samfelagið at missa so nógvan pening?
Eg spyrji bara.
Tað má tað hava.
Tí tá ein prístalshækking í útgjaldi úr samhaldafasta til pensionistar okkara ikki kann fremjast, tí tað fær so stórt árin fyri útgjald í 2060, átti at verið mikið lættari at rokna út hvønn týdning, ið 100 tals milliónir krónur árliga í blokkniðurskurði merkja fyri føroyska samfelagið um 10, 20 og 30 ár.
Kann hesin blokkniðurskurður hava týdning, fyri liviumstøður, menning og fyri fólkafráflyting í okkara landi?
Hevur blokkniðurskurðurin havt týdning fyri núverandi og komandi haldføri í okkara samfelag?
Tað eru nógv ið spyrja
Vóni at fáa eitt kvalificerað svar, frá td Landsbankastjóra, ið væl og virðiliga útgreinaði, hví ikki var ráð at hækkað samhaldsfasta við prístalinum, tí tað kom at ávirka útgjaldið í 2060.
Og at svarið verður kunngjørt rætt av skattafíggjaða KVF, ið ikki hevur sett serliga kritiskar spurningar viðvíkjandi hesum.
Blokkniðurskurðurin, ið er framdur seinastu árini, og aftur júst samtyktur av Føroya Løgtingi, at verða framdur enn einaferð, má hava týdning fyri haldføri í føroyska búskapinum.
Gott Nýttár
Marjus Dam
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo