Bruttovinningurin hjá SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar Pf vaks við stívliga tveimum milliónum, úr 27,5 til 29,6 mió kr í fjør og tá útreiðslustøðið ikki hækkaði nakað nevnivert endaði ein stórur partur á botnlinjuni, sum vaks úr 3,9 mió kr í 2019 til 5,5 mió kr í fjør.
Felagið er væl fyri í allar mátar við eini fíggjarstøðu sum javnvigar við stívliga 18 mió kr. Eginognin kann tykjast lítillátin, hon hevur seinastu nógvu árini ligið um milliónina, men orsøkin er, at dastið av úrslitinum, onkuntíð ríviliga tað, verður útgoldið sum vinningsbýti.
Skuldin er øll stuttfreistað, og ikki rentuberandi. Á statusdegnum var hon 12 mió kr.
Árni Jakobsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo