EUR-Express, sum hevur heimstað í Sørvági, og sum fæst við flutning á sjógvi, landi og í luftini, eins og tollavgreiðslu og annað slíkt fyri síni viðskiftafólk, hevði eitt gott ár í fjør. Ársúrslitið var góðar 2,4 milliónir krónur eftir skatt, sum eru góð 23% betri enn í fjør. Eisini bruttovinningurin vaks við áleið somu stødd og endaði á 6,8 mió kr í fjør.
Starvsfólkakostnaðirnir vuksu mest, úr 2,6 til 3,4 mió kr.
Talan er um eitt væl kapitaliserað felag við ongari rentuberandi skuld og eini eginogn uppá nærum seks mió kr.
Álvur Signar Svabo Samuelsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo