Um løgtingið heldur seg kunna gera privat alment, nevniliga tað at miðstaðarfólk kunnu fara í fjøllini úti á bygd ein góðveðurs dag at svala á sær, so kann løgtingið taka eitt paralelt mál saman við í viðgerðina.
Paralell-málið er um privat parkeringspláss í miðstaðnun.
Um løgtingið heldur seg kunna gera privat alment, so kann tingið samstundis samtykkja at ásetingarnar á parkeringsplássunum verða við lóg tiknar burtur – hevði komið væl við hjá bygdafólki.
Jógvan K. Mørkøre
Eiði
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo