Higartil eru 5.527 harur skrásettar sum skotnar á 650 túrum í 256 høgum kring landið farna haruárið.
Tað sæst í tølunum hjá Eyðfinni Magnussen, granskara, sum rekur síðuna haran.fo og brúkar upplýsingar hagani til at gera sítt granskingararbeiði við føroysku haruni.
- Í 2023 vórðu 5.300 harur skrásettar skotnar, sigur Eyðfinn Magnussen, so úrtøkan er heldur drúgvari í ár.
Men ikki allir hagarnir hava enn skrásett sínar túrar, og tí eru tølini ikki nóg fullfíggjað.
- Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar, sigur hann á sínum facebookvanga, har hann eisini vegleiður um, hvussu harutúrarnir kunnu skrásetast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo