Meðan vit kjakast um fólkafráflyting, og hvat skal til at draga borgarar til Føroya, og hvussu man fær ung folk at trívast í Føroyum, so fáa vit uppundir jól eina grefliga áminning um, hvussu tað er at búgva í Føroyum.
Tað eru almennu Føroyar sum minna folk á, at tey skulu endiliga ikki halda, at man hevur loyvi at ganga í ov stórum skóm í Føroyum. Kemur tú heim at vitja tíni kæru til jóla, ja so stendur tollvaldið fyri tær, fyri at forða fyri, at tú hevur ov fínar jólapakkar.
Váti vøtturin
Ístaðin fyri at almennu Føroyar stóðu á flogvøllinum við einum stórum vælkomin heim skelti og ynsktu gleðilig jól – kanska við einari karamellu til børnini, so standa svartklæddir tollarar klárir við einum váttum vøtti at geva ferðafólki frammaná.
Hevði landskassin mist nógv við at strika jólagávumørkini? Hvat kostar eftirlitið í mun til tað, ið man fær inn?
Um tað er dýrari enn inntøkan, ja so spilla vit pening.
Lítla tvørliga eftirlitssamfelagið
Harafturat cementera vit ímyndina av Føroyum sum eitt lítið tvørligt eftirlitssamfelag, har man hevur loyvi til eitt sindur minni enn næstan øll hini í tí civiliseraða heiminum. Og nei, vit skulu ikki bara samanbera okkum við Danmark, sum hevur lítið at læra okkum, tá tað kemur til, hvat frælsi borgarin skal hava.
Er tað nakar sum heldur at tað tiltrekkir fólk, at talið av eftirlitsfulltrúum per íbúgva spolar uppeftir? Er tað nakar sum heldur at tollmørk, sum reelt verða trengri og trengri hvørt ár, gera nakað gott fyri Føroyar?
Politikarar mugu gera Føroyar rúmligari og lagaligari
Nú er tað ikki TAKS og tollvaldið sum áseta mørk. Tað gera politikarar. Vónandi gera teir Føroyar rúmligari og lagaligari við at broyta tollmørkini.
Man kundi t.d. havt eitt hámark, sum æt so nógv til persónliga nýtslu og gávur, sum man orkar at bera.
Tollvaldið eigur at verða sum heykar, tá tað kemur til rúsevni, men vælsignað verði, latið jólapakkar, luktilsi, sjokulátu og vín fáa frið.
Eg kann leggja afturat, at eg ferðaðist í mong ár heilt nógv kring allan heimin, tá eg arbeiddi uttanlands. Einasta staðið, har eg nakrantíð eri steðgaður í tollinum til kanningar, er í Føroyum.
Ben Arabo, Skattgjaldari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo