Spírar: Børn, eins og vaksin, brúka nógva tíð á alnótini, men sera lítið av føroyskum tilfari er, og tað er ein stór avbjóðing fyri føroyskt mál og mentan.
Spírar framleiða hágóðsku uppruna føroyskt barnatilfar. Fyrsta røðin av sjey kom út í 2019, og sæðst á YouTube-rásini hjá Spírum og á spirar.fo. Nú verður 2. røðin framleidd og Spírar koma í 2023, at leggja fleiri enn 170 spildurnýggj føroysk innsløg og tíggju nýggjar barnasendingar – ókeypis, tøkar á alnótini til øll føroysk børn.
Spírar eru partur av Føroyska Bíbliufelagnum og aftanfyri standa dugnalig skapandi fólk innan tónleik, mynd, leik, tøkni, námsfrøði, frálæru v.m. Tilfarið er dygdargott, mennandi, trygt, jaligt og vil styrkja føroysk børn í talgilda heiminum.
Stórur partur av framleiðsluni er sjálvboðin, men tað krevur munandi fíggjarligt íkast, um verkætlanin skal røkka á mál. Spírar eru fíggjað privat, men hevur eisini fingið sera góðan stuðul frá Mentamálaráðnum og øðrum gevarum. Júst nú hevur ein gevari lovað at stuðla Spírum við 185.000 kr, men einans um samsvarandi fígging fæst frá øðrum gevarum, innan ársenda 2022.
Tí hendan áheitan til føroya fólk:
Ynskir tú at stuðla góðum føroyskum barnatilfari? So er møguleiki at gera tað, við flyting til Spírar á konto 6460-5694991 ella set teg í samband við Spírar á Facebooksíðuni ella á spirar@spirar.fo og hoyr nærri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo