Leygardagin kl. 16 verður 1. mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna.
Røðarar verða Georg F. Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni skipar Pauli Magnussen á Staðnum.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo