Kristfest: Norsku tvíburðasystrarnar Ingelin og Hildegunn mannað duettina Garness. Tær báðar systrarnar vuksu upp í einum heimi við nógvum tónleiki og vóru tær sum børn við foreldrum sínum á tónleikaferðum. Systrarnar skrivaðu teirra fyrsta sang longu sum fimm ára gamlar, og á teirra 9 ára føðingardegi kom teirra fyrsta heildarútgáva út - Slipper lovsangen fri.
Síðan 2003 hava Garness systrarnar spælt tónleik burturav. Tær hava útgivið fleiri heildarútgávur og stakløg og spælt handrað tals konsertir í Noreg, Danmark, Hollandi, Týsklandi, Eysturríki og Sveis. Umframt egnar konsertir, hava tær eisini spælt við øðrum tónlistafólki, eitt nú Sigvart Dagsland og Marit Larsen, og frá 2003 til 2006 vóru tær partur av Oslo Gospel Choir. Ingelin og Hildegunn spæla fleiri ljósføri og arbeiða tær eisini sum studio tónleikarar í studio'num, sum Hilegunn og maður hennara hava saman. Í løtuni arbeiða Garness við enn einari heildarútgávu.
Garness systranar ynskja at røra, kveikja og hugtaka lurtaran við teirra framførslum. Tær gera sítt til at skriva tekstir, sum áhoyrarin kann kenna seg aftur í og eisini kenna seg heima í. Tónleikastílurin hjá Garness er akustiskur poppur við íblástri frá amerikonskum folkrock.
Í apríl koma tær til Nesvíkar at framføra fyri okkum føroyingum á KRISTFEST 2024. Vit kunnu gleða okkum, tí systrarnar siga at tað stórsta og besta við at verða tónlistafólk, er at framføra live fyri áhoyrarum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo