G!: Tá ið vit práta um dugnaligar ljóðførisleikarar í Føroyum, er neyvan nakar í hægri metum enn Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara). Allir tónleikarar vita hvørjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm
Bólkurin varð stovnaður í 1984, og hevði stóra hittið "Stjørnuskot", sum fólk enn munnu kenna í dag.
Kendasta avrik teirra man tó vera samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni "Terji & Føstufressar".
Afturat sær hava teir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk), og teir fara á G! festivalinum at granska, hvussu teir kunnu blanda øll hugsandi sløg av tónleiki: Rokk, djass, country, metal, opera og popp.
Vit kunnu gleða okkum at hoyra nakrar av bestu ljóðførisleikarunum vit nakrantíð hava átt í Føroyum, tá ið teir trína á pall á G!
Tað er fammanundan greitt, at umframt Plúmm (FO) spæla Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Omar Souleyman (SY) Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Specktors (DK), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO) á G! 2024.
Hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo