Tríggjar ungar kvinnur eru fyrstu gíslarnir, sum hava sitið fangar hjá Hamas í 15 mánaðir, men nú eru aftur hjá sínum kæru í Ísrael.
Tað er sum partur av vápnahvíldini, sum í dag er byrjað og ætlandi skal vara í fleiri mánaðir, ímeðan roynt verður at fáa varðandi frið í lag.
Samstundis skal Ísrael leysgeva fleiri 1000 palestinskar fangar og byrja afturtøkuna úr Gaza.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo