Tórshavnar kommuna: Í gjár høvdu nýggju býráðslimirnir fyrsta býráðsfund í nýggja árinum og í hesi setuni. Talan var um eyka býráðsfund, og á skrá var val av limum og tiltakslimum til føstu nevndirnar, eins og av limum til aðrar nevndir.
Á skrá var eisini broytingar í vinnunevndini. Vinnunevndin hevur higartil verið undirnevnd hjá fíggjarnevndini, og við 11 atkvøðum fyri og tveimum ímóti samtykti býráðið við fyrstu viðgerð at umskipa vinnunevndina til fasta nevnd á jøvnum føti við hinar føstu nevndirnar undir býráðnum.
Sostatt verður talið av føstum nevndum níggju.
Eftir býráðsfundin var samstarvsavtalan 2025-2028 hjá býráðsmeirilutanum formliga undirskrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo