Fyrrverandi Hamas stuðulin Sohail Ahmed greiðir her frá, tá hann byrjaði at ivast í yvirgangsfelagsskapinum, sum hann var partur av, og sum heilavaskar fólk í Gaza.
- Lati eg kenslurnar ráða, so vil eg sjálvandi, at allir bardagar skulu halda uppat beinanvegin. Men skal skilið ráða, so veit eg, at tað er ongin annar vegur fram uttan at Ísrael heldur fram við royndunum at niðurberja Hamas. Soleiðis bjarga vit flest mannalívum í longdini, sigur fyrrverandi Hamas stuðulin, sum í dag býr í Bretlandi, við GBNews.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo