Fyrrverandi forsætisráðharrin í Finnlandi, Sanna Marin, søkir um at ein maður í 30-árunum skal fáa vitjanarbann, sambært Helsingin Sanomat.
Maðurin, sum ikki er ein alment kendur persónur, hevur áður havt vitjanarbann minst tvær ferðir móti øðrum persónum.
Málið kemur fyri í rættinum í Helsingfors fríggjadagin, skrivar norska TV2.
Sanna Marin var forsætisráðharri í Finnlandi frá 2019 til 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo