Alment tiltak verður í auluni í Finsen týsdagin 27. februar kl. 19-21 við Inge Kaldahl. Talan er um fyrilestur um lívssamtalur - at finna fótafestið, tá lívið tekur okkum av fótum.
Av og á uppliva vit, at lívið tekur okkum av fótum. Alt kennist ógreitt, dapurt og meiningsleyst. Kanska vit missa trúnna á, at lívið nakrantíð verður gott aftur, so:
• Hvat gera vit, tá vit ikki megna lívsins krøv – bæði frá øðrum og okkum sjálvum?
• Hvat gera vit, tá máttloysi tekur allan virkishugin?
• Hvat gera vit, tá strongdin stjelur lívsgleðina og lívshugin?
• Tora vit at vera máttleys við okkara máttloysi?
At missa og kenna sorg nýtist ikki einans at standast av at missa ein kæran, men kann eisini standast av at missa okkurt virðismikið í lívinum. Tað kann m.a. vera at missa førleika, at missa arbeiði ella lívsdreymar, sum bresta.
At fáa sett orð á tað, vit hava mist, tað vit sakna ella leingjast eftir, er ofta fyrsta stigið til at fáa orkuna og virkishugin til lívið aftur.
Týskvøldið 27. februar 2018 fer Inge Kaldahl at fortelja, hvussu hon arbeiðir við menniskjum, sum hava upplivað, at lívið fór í sor t.d. av kroniskari sjúku, líðing, missi og sorg. Eisini fer hon at geva okkum áhoyrarum nøkur einføld amboð, sum kunnu nýtast fyri at lætta um tað, sum tyngir.
Inge Kaldahl er sjúkrarøktarfrøðingur, cand. pæd. i pædagogiskari sálarfrøði, supervisor og narrativur familjuterapeutur. Umframt fyrrverandi arbeiði sum sálarfrøðingur og ráðgevingarleiðari í ”Kræftens bekæmpelse” í Norðurjútlandi, á Hospice og í psykiatriini, hevur hon arbeitt fyri Móðir Theresu felagsskapin í Calcutta í India. Inga sær seg sum ein fylgisvein, sum gjøgnum samtaluna fylgist við mennsikjum í tí, sum fyllir og kennist nívandi, pínufult og til tíðir ikki til at bera.
Tú kanst lesa meira á: www.ingekaldahl.dk.
Tiltakið er alment og ókeypis. Pláss er fyri 150 fólkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo