Tórshavnar kommuna: Viðgerðarstovnurin Frælsi skipar saman við kommunum fyri fyrilestri kring landið. Fyrilesturin er ætlaður foreldrum, starvsfólkum á stovnum og øðrum, sum vilja beina fyri rúsevnismisnýtslu millum ung.
Mikudagin 12. mai 2021 kl. 19-20.30 verður almennur fyrilestur í Finsen í Havn.
Erling Fles, sálarfrøðingur, fer millum annað at greiða frá:
- Hvat er rúsevnismisnýtsla?
- Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
- Hvussu kunnu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
- Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
- Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismisnýtslu?
Høvi er eisini at seta spurningar.
Øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo