Umhvørvisvikan verður sett 26. apríl, og tað verður forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, ið setir vikuna á evniskvøldi í Reinsarínum um plastdálking.
Síðani fer Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, at tosa um plastdálking í sjónum og tess skaðiligu árinini. Og Henrik Beha Pedersen frá Plastic Change fer at tosa um plastdálking.
Henrik Beha Pedersen er umhvørvislívfrøðingur og íverkseti. Hann hevur stovnað NGO felagsskapin Plastic Change, hvørs endamál er at skjalprógva plastdálking í høvunum. Hann kunnar saman við hinum í felagsskapinum almenningin, ídnaðin og politikarar um plasttrupulleikar. Felagsskapurin leggur dent á at miðla ymiskar loysnir, sum kunnu steðga umfatandi plastdálkingini í heiminum.
- Henrik Beha Pedersen er kendur fyri sítt týdningarmikla arbeiðið at basa plastdálking, og nógv viðmæla Henrik Beha Pedersen sum ein framúrskarandi fyrilesara. Tí vil eg heita á øll um at koma at lurta eftir hesum spennandi fyrilestri hjá Henrik Beha Pedersen, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu.
Fyrilestrarnir verða mikukvøldið 26. apríl klokkan 19:00 í Reinsarínum. Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo