At Donald Trump hevur lanserað kryptovaluta, stutt áðrenn hann verður tikin í eið sum forseti, er eitt eklatant brot á etiska siðvenju fyri politikarar, skrivar TV 2, sum vísir til Adav Noti, forstjóri í nonprofitfelagnum Campaign Legal Center, frá samrøðu við The New York Times.
- Tað er bókstavliga at tjena pengar upp á forsetaembætið – at skapa eitt fíggjarligt amboð, so fólk kunnu flyta pengar til familjuna hjá forsetanum í sambandi við sítt embæti, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo