SPROTIN: Í Norðurlandahúsinum verður høvi at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum.
Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókina.
Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.
Í verkinum FUGLAR OKKARA verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum.
Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið.
Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.
Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur leggja stóra bókaverkið FUGLAR OKKARA fram mikukvøldið kl. 19. Framløgan verður í Høllini.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til á NLH.FO
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo