Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Frøði: Evnini í Frøði hesaferð fevna víða og reika frá søgufrøði til plantu- og djórafrøði, hugvísindi og náttúruvísindi. Høvundarnir borðreiða við nýggjari og hugtakandi vitan og opinbára fyri lesarunum viðurskifti, ið higartil fyri ein stóran part hava ligið fjald í skjølum.

Andras Mortensen skrivar um arvin eftir húsfrúnna í Húsavík. Húsfrúgvin livdi fyri trúbótina og skal hava verið ríkasta kvinna, sum hevur livað í Føroyum. Sagnirnar, sum vórðu uppskrivaðar miðskeiðis í 19. øld, søgdu frá ríkidømi og tvøra lyndi hennara.

Jan Sørensen hugleiðir um purpurkúving, purpur og heilaga jødiska thecelet-litin. Purpur var litur teirra múgvandi. Í Føroyum hava vit purpurkúving, men henda greinin snýr seg mest um purpurliting í gomlum døgum á Miðjarðarhavsøkinum og sambandið við gomlu Mósebøkurnar.

Við grundarlag í skjølum seinnapartin í 1800-árunum lýsir Rókur Tummasarson í grein um bretar, brennivín og bordell, at myndugleikarnir um hetta mundið bóru ótta fyri ógvisligu bretsku ávirkanini og siðastandinum í Suðuroynni.

Í grein um trý nýggj sløg av gloymmegei leggja Jens-Kjeld Jensen og onnur fram heiti til hesi sløgini umframt uppskot til nýggj heiti til tey fýra higartil kendu sløgini.

Agnes-Katharina Kreiling, Leivur Janus Hansen og Jógvan Fróði Hansen hava eygleitt nøkur av teimum 24 sløgunum av trantklukkum, ið eru skrásett í Føroyum. Høvundarnir lýsa millum annað, hvat trantklukkurnar eta, og kalla tær nasadjarvar vegetarar.

Bókmentafrøðingurin Erik Skyum-Nielsen ummælir 2. bind av føroysku bókmentasøguni hjá Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur. Ummælarin rósar teimum fyri gjøgnumførda og nærum lýtaleysa framførslu. Og hann endar við at staðfesta, at tær báðar eru gløggar og hava ikki spart seg, men tvørtur ímóti víst fyrimyndarligt ídni.

Skotbrá hava vit higartil skrivað orðið, ið sipar til stutta tíð ella lítið bil. Jógvan í Lon Jacobsen roynir í grein at bera fram próvgrundir fyri, at orðið hevur fingið skeiva stavseting. Orðið eigur at verða stavað skábrá, tí fyrri liður er ská, sum er ein síðuformur til skái, og hevur tí einki við skot at gera.

Andras Mortensen skrivar um Landslógina. Í ár verður hátíðarhildið í Noregi, at Landslógin verður 750 ár. Hon varð lógtikin á teimum norsku landspartatingunum í 1274, og nøkur fá ár seinni varð hon eisini samtykt á altingi í Føroyum, í seinasta lagi í 1280.

Tað ber saktans til at vera poetiskur í náttúruvísindafrøði. Sjón í sjónum kallar Jóhannus Kristmundsson grein um nýggja tøkni, ið ger tað møguligt at „síggja“ við ljóði. Talan er um eina víðkaða útgávu av ekkóloddi, ið kann eygleiða alilaks í nótunum.

Margretha Nónklett skrivar um Petru Djurhuus og hennara leiklut á savnsøkinum. Margretha staðfestir, at sjálvstøðugi leikluturin hjá Petru ongantíð er lýstur, og í bókmentum um føroyska savnssøgu fær ein varhugan av, at hon var hjálparfólk hjá øðrum. Upprunakeldurnar siga tó nakað annað og bera prógv um, at hon hevði ein týðandi leiklut á savnsøkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo