Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag: Á øðrum og triðja uppstillingarfundi valdi Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag at stilla trý valevni upp.
Teir uppstillaðu eru Fróði Skúvadal, Rógvi Nybo og Jens Ivan í Gerðinum.
Fundurin var væl møttur, og kjakast var dúgliga um samfelagsviðurskifti, ið treingja til politisk átøk. Alt fundarfólkið var samt um, at ein ávísur blokkniðurskurður eigur at vera eitt ítøkiligt átak, í einum komandi samgongusamstarvi.
Umframt Fróða, Rógva og Jens Ivan, stillar eisini Trina Eysturoy, sum býr á Signabø, upp á listanum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Í alt verða tí 4 tjóðveldisvalevni, sum búgva í Norðurstreymoy.
Vit ynskja okkara valevnum í Norðstreymoy alt tað besta í komandi valdysti; og vóna vit, at vit fáa minst eitt tjóðveldisfólk valt inn í Norðstreymoy.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo