Í síðstu viku hevði frítíðarheimið Smílikullan súkkluviku.
Ítrótterverkstaðið stóð fyri súkkluvikuni, sum er eitt afturvendandi tiltak hvørt ár.
Átakið er at læra børnini at ferðast í ferðsluni.
1. flokkur hevur súkklað minni strekkir rundan um frítíðarheimið og út á Bakka í Miðvági, meðan 2. flokkur hevur havt størri avbjóðingar, so sum at súkkla millum Miðvág og Sandavág.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo