Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Frá kongressini hjá danska Intercoiffure í fjør. Næstuttast høgrumegin á myndini er Mariann Klein Ivansdóttir

Frá kongressini hjá danska Intercoiffure í fjør. Næstuttast høgrumegin á myndini er Mariann Klein Ivansdóttir

Frá kongressini hjá danska Intercoiffure í fjør. Næstuttast høgrumegin á myndini er Mariann Klein Ivansdóttir

Tað verður ein stórhending innan føroyska hárfríðkanaryrkið, tá danska deildin av   Intercoiffure hetta vikuskiftið heldur sína árligu nýggjárskongress í Føroyum.

Altjóða felagsskapurin Intercoiffure, sum hevur umleið 3.000 limir í 55 londum, er heimsins fyrsti og fremsti felagsskapur innan hárfríðkan og limirnir teljast millum heimsins fremstu frisørar. Norðurlond, harímillum Danmark, eru eisini við í felagsskapinum, og hetta vikuskiftið heldur danska deildin av Intercoiffure sína árligu nýggjárskongress í Føroyum.

At kongressin nú verður í Føroyum, er ikki av tilvild.

Fyri seks árum síðani bleiv Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur salongina Royal Intercoiffure í Havn, fyrsti og higartil einasti føroyski limur í Intercoiffure.

- Fyri tveimum árum síðani bleiv eg so eisini Art Director í danska Intercoiffure, og tað var um hesa tíðina, at tey fóru at tosa um at skipa fyri onkrum í Føroyum, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.

Og nú tvey ár seinni er klárt hjá 80 av fremstu fólkum innan hárfríðkan í øllum Norðurlondum at koma við Atlantsflog til Føroyar á kongress. Tí sjálvt um talan er um kongress hjá donsku deildini av Intercoiffure, er vanligt, at umboð úr hinum Norðurlondunum eisini eru við.

Kongressin byrjar fríggjadagin 11. januar og endar sunnudagin 13. januar. Men hvat merkir tað fyri Føroyar, at so nógvir av fremstu frisørum í Norðurlondum koma hendavegin?

- Hetta er ein gyltur møguleiki hjá okkum at vísa, hvat vit duga. Føroyskir frisørar fara at sýna hár fram, og hetta fer at varpa ljós á Føroyar og fakið í Føroyum og á Føroyar sum mótadestinatión. Og tað hevur eisini týdning fyri okkum at vera við í norðurlendska samstarvinum, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.

- Tey koma higar at uppliva tann íblásturin, sum vit í Føroyum fáa í okkara yrki. Og fyri meg eru Føroyar ein stórur íblástur í so máta. Um eg ikki hevði Føroyar, hevði eg ikki havt eins nógv at geva av, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.

Kongressin um vikuskiftið er løgd til rættis av ráðgevingarfyritøkuni CommIT við Theresu Turidardóttir Kreutzmann og Ingibjørg Berg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo