Summar Festivalurin 2020 er avlýstur orsaka av koronusmittuni. Øll atgongumerki til festivalin í ár galda til festivalin 2021, og tey, ið ætla at brúka atgongumerkið næsta ár, skulu einki gera. Atgongumerkið verður av sær sjálvum galdandi í 2021.
Tey, ið vilja lata atgongumerki innaftur og fáa pengarnar endurrindaðar, kunnu gera tað fram til og við fríggjadagin 31. juli.
Meira kann lesast um, hvussu atgongumerki verða latin innaftur, á heimasíðuni sf.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo