Framgongdin í ferðafólkatølum heldur áfram. Í oktober flugu 23.600 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum tilsamans. Tað eru 7 prosent fleiri enn í oktober í fjør. Higartil í ár hava 258.300 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 239.100 ferðandi flugu við føroyska flogfelagnum.
Stórur vøkstur í tyrluflutninginum
Í oktober hava tyrlurnar flogið 918 ferðafólk, ið er 91% fleiri enn í oktober í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 85 útkallingar higartil í ár, ið er 16 fleiri enn alt 2015 tilsamans.
Framkomin tøkni tryggjar reglusemið
Við mest framkomnu navigatións-tøknini í Evropa kunnu øll flogførini hjá Atlantic Airways lenda í Vágum í munandi verri sýni, enn nakað annað flogfelag megnar. Íløgan hjá Atlantic Airways í nýggju tøknina, RNP AR 0,1 hevur seinastu trý árini tryggjað ferðafólki munandi hægri reglusemi í Vágum enn árini frammanundan.
”Vit hava áður havt stórar avbjóðingar við regluseminum, tá veðrið er ein avbjóðing; serliga í mjørka. Tí fegnast vit um hesa íløgu, sum tryggjar, at ferðafólk við Atlantic Airways kunnu lenda trygt í Føroyum uttan stórvegis seinkingar,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Brottar viðføristreytir
Á vári 2016 broytti Atlantic Airways viðføristreytirnar galdandi frá 1. november.
Nú kanst tú innskriva fleiri kilo av viðføri, galdandi fyri øll sløg av ferðaseðlum. Harumframt verður tað ókeypis at innskriva barnavognar, umframt at pinkubørn kunnu taka 23 kg. av viðføri við.
Í nýggju reglunum verður farið frá vekt til stykkir av viðføri. Tað vil siga, at ferðafólk framyvir kunnu innskriva ávikavist eitt ella tvey stykkir av viðføri (upp til 23 kg/stk) ókeypis; alt eftir slagi av ferðaseðli.
Føroyar á flog – føroyskt og heimligt
Einasta føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, knýtir Føroyar at umheiminum við 11 ferðamálum beinleiðis úr Føroyum: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavík, Edinburgh, Barcelona, Mallorka, Kreta, Lissabon og Gran Canaria.
Atlantic Airways fær Føroyar á flog við 1.450 fráferðum og 1.450 komum árliga. Av teimum eru umleið 820 fráferðir og 820 komur til Keypmannahavnar. Í lágárstíð hevur Atlantic Airways 23 fráferðir um vikuna úr Vágum, og í háárstíð eru 43 fráferðir um vikuna úr Vágum. Atlantic Airways er einasta flogfelag, sum hevur Føroyar sum hornastein. Við okkum verður flogferðin føroysk og heimlig.
Til føroyingin og føroyska marknaðin
Atlantic Airways ynskir at vera fremsta flogfelagið hjá føroyingum. Felagið er kappingarført við góðum prísum, sum eru á stigi við okkara kappingarneytar, og vit arbeiða støðugt við at tillaga okkum givnu treytir at arbeiða undir.
Í løtuni arbeiða vit millum annað við nýggjari bonusskipan, serprísum til ung, lesandi og vinnukundar, umframt at strembað verður ímóti, at treytirnar sum heild kunnu gerast lagaligari hjá okkara ferðandi.
Sól og skí í vetur
Í desember og januar er Gran Canaria nýtt beinleiðis ferðamál úr Vágum til sól og hita. Enn eru nøkur pláss eftir.
Harumframt ger Atlantic Airways en sertúr til Chambery, størsta skíðøkið í heiminum, 31. januar 2017. Heimferðin verður 7. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo