Kommunufelagið: Av sonnum ein merkisdagur, tí vit nú nærkast málinum um eina felags talgilda sjúklingajournal tvørtur um geirar og fyri allar borgarar landsins.
Í 2019 undirskrivaðu Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, avtalu um verkætlan um eina felags sjúklingajournal.
Kommunalu heilsutænasturnar og Sjúkrahúsverkið vara av teimum somu borgarunum, og ofta eru hetta borgarar, sum hava tætt tilknýti til báðar geirar í sambandi við tørv á viðgerð og røkt. Við hesi loysn verður samskiftið tvørturum geirar talgilt í einari tryggari skipan, og talgilda journalin vísir altíð dagførda heilsustøðu hjá borgaranum.
Verkætlanin er nú komin so mikið áleiðis, at Norðoya bú- og heimatænasta og Roðin eru liðugt verksett, og øll teirra starvsfólk skjalfesta í skipanini. Heilsu- og umsorganartænastan Tórshavn er komin væl áleiðis; har eru bústovnar, dagtilhald, terapi og heimasjúkrarøkt verksett, og heimahjálp verður verksett í heyst. Hesar tríggjar kommunalu heilsutænasturnar hava verið pilotøki fyri verkætlanina.
Nú verður farið undir seinna partin av verkætlanini, sum snýr seg um at verkseta næstu fýra økini, sum eru VEKS, Bú- og heimatænastan í Suðuroy, Vesturvón og Økistænastan fyri Sandoyar sýslu. Eftir ætlan er komið endaliga á mál innan árslok.
Heilsu- og umsorganartænastan Tórshavn, Norðoya bú- og heimatænasta og Roðin hava sett serstakliga nógva orku í verkætlanina. Tey hava staðið fyri uppseting, dygd, test og góðkenning.
Serliga dygdarmennararnir, Beinta Dalheim, Naina Túgvustein, Rini Sivertsen og Sunnuva á Lakjuni, hava staðið fyri at gera talgildar arbeiðsgongdir, sum nú eru atkomuligar hjá øllum heilsustarvsfólkum í appini, MyMedCards.
Ein og hvør nýggj skipan skal testast væl, og í hesum hava fýra sjúkrarøktarfrøðingar havt stóran leiklut. Tað eru tær fýra, Monika Weihe Jakobsen, Jóna Østerø, Sólgerð Hvidbro og Jancy Høj, sum eisini hava staðið fyri frálæruni og frameftir fara at virka sum mentorar í teimum fýra økjunum, sum nú er á veg inn í skipanina.
Sambýlið á Heygnum hjá Norðoya bú- og heimatænastu var fyrsta pilotdeild á skipanini. Við Sólgerð Vang, deildarleiðara, kom deildin trygt og væl í gongd, og hevur nú longu verið talgild í tvey ár.
Sjúkrahúsverkið er miðdepil og veitari av skipanini. Við sera góðari ráðgeving frá THS-toyminum kunnu kommunalu heilsutænasturnar nú nýta nýggjar hentleikar í skipanini og byggja víðari á royndirnar innan talgilding hjá Sjúkrahúsverkinum. Hervør Eyðinsdóttir, Ingibjørg Winther og Dávid á Lág hava staðið á odda fyri hesum samstarvinum, og tað hevur eydnast sera væl.
Við hesum samstarvi er politiska málið, at tað bert skal vera ein sjúklingajournalskipan fyri føroyska borgaran, rokkið. Tað er okkum vitandi eindømi, at tað verður ein og sama skipan tvørtur um geirar, og hetta verður ein stórur fyrimunur fyri borgaran eins og fyri starvsfólk, tá samskiftið gerst smidligari, skjótari og altíð dagført.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo