Nes.fo: Í heyst boðaði Tóra Johannesen, leiðari í Barnagarðinum, frá, at hon ynskti at gevast sum leiðari til jóla 2022, nú hon hevur røkt leiðarastarvið í næstan 15 ár.
Í morgun skipaði Nes kommuna fyri fráfaringarløtu, har Súni í Hjøllum, borgarstjórin, handaði Tóru ein málning og bar fram takkarorð.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði m.a.:
Tá ið eg fyri mongum árum síðan søkti inn á Føroya Læraraskúla og fekk svarskriv um, at eg var upptikin, var eitt longri skriv við, sum m. a. segði, at lærarastarvið var eitt kall.
Minnist enn, at tá kom eg at hugsa um, at helst var starvið á ein hátt at samanbera við prestastarv, har vit enn brúka setningin, at hann ella hon av kirkjuráðnum verður kallaður ella kallað at vera prestur í tí og tí kirkjusóknini.
Nú ljóðar hetta nokk so álvarsligt, men eitt haldi eg er púra vist, at skal arbeiðið í skúla ella á dagstovni eydnast, so er ein av fyritreytunum, at starvfólkini eru góð við børn, fara væl um tey og duga at laga seg til tað einstaka barnið við teimum fyritreytum og umstøðum, sum tey koma frá. At arbeiða sum lærari ella námsfrøðingur krevur ómetaliga stórt tol, og ofta hugsi eg og mong við mær, at starvið er eitt kall.
Samtíðin setir stór krøv til dagstovnarnar, starvsfólkini og ikki minst leiðaran, sum vegna kommununa skipar fyri. Tað er sera nógv broytt, síðan Dagrøktin í Nes kommunu sá dagsins ljós í 1986. Og tað er eisini nógv broytt, síðan Tóra tók við sum leiðari í Barnagarðinum 1. juni 2008. Sum leiðari hevur Tóra upplivað útbygging av Barnagarðinum, seinni við vøggustovu og í fjør, at skúlabólkurin fór yvir í nýggja Frítíðarskúlan.
Tóra hevur verið leingi í starvi hjá Nes kommu, umframt hesi 14,5 ári sum leiðari, so hevur Tóra arbeitt í dagrøktini í árunum 1986-94 og í Barnagarðinum sum námsfrøðingur, við Ingrid sum leiðara, árini 2003-2006. So samanlagt hevur Tóra verið í starvi hjá Nes kommu í áleið 25 ár.
Vegna Nes kommunu vil eg bera tær eina hjartans tøkk fyri tíðina. 14,5 ár sum leiðari á sama stovni er ein long starvstíð í dagsins samfelagi.
Vegna kommununa vil eg siga, at tú, við tínum góðu gávum og evnum, hevur verið sera álítandi, skilagóð, trúgv og samstarvssinnað. -Tað hevur heldur ongantíð verið nakar ivi um, at tú hevur viljað havt ein stovn við góðum starvsfólkum, sum saman við tær og í samstarvi við kommununa kundi vera millum fremstu stovnar í landinum.
Tað er, sum áður sagt, sera krevjandi at vera leiðari á einum so stórum stovni sum her á Svangaskarði. Vegna Nes kommu vil eg hjartaliga takka tær fyri sera gott samstarv, trúgva og drúgva tænastu. Vit ynskja tær blíðan byr, alt tað besta og Guðs signing í nýggja námsfrøðiliga starvinum, sum uttan iva eisini kennist tær sum eitt kall.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo