Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Tað er ein ófatiligur sorgarleikur, vit síggja í Gasa og Ísrael. Føroyar hava áður fordømt ræðuliga álopið frá Hamas á Ísrael og drápini á ísraelsk sivilfólk 7. oktober í ár.

Føroyar viðurkenna rættin hjá Ísrael at verja seg og at taka stig fyri at forða fyri eini endurtøku av óunniliga álopinum hjá Hamas. Men hetta skal fara fram í samsvari við altjóða lóg, herundir humanitera lóg.

Ein ræðuleiki rættvísger ikki ein annan.

Líka so skakað, sum vit vóru av hendingunum tann 7. oktober, líka so óunniligt er tað at síggja og hoyra um oyðileggingar og stóra talið av sakleysum deyðum í Gasa – harímillum børn og kvinnur.

Vápnahvíld má tí fáast í lag beinanvegin og allir gíslar eiga at verða treytaleyst latnir leysir.

Altjóða lóg er einasti vegur at skapa frið og framtíð hjá fólki, heruppií altjóða reglur um krígsførslu og verju av rættindum hjá sivilum fólki í krígsstøðu.

Sum partar í vápnaðum stríði mugu Ísrael og Hamas halda altjóða og humanitera lóg, við at taka øll neyðug stig til tess at verja sivil og sivilt undirstøðukervi og virksemi.

Humanitera støðan í Gasa er syndarlig, og hjálp má sleppa ótarnað fram til neyðstødd.

Samstundis má virkast av øllum alvi fyri varandi friði millum partarnar.

Fortreytin fyri friði er ein loysn við tveimum ríkjum.

Samstundis sum Ísrael brúkar rættin at verja seg, mugu palestinar í Gasa og á Vestara áarbakka fáa betri kor at liva undir og tilsøgn frá øllum viðkomandi pørtum um eina viðurkenning av Palestina sum ríki.

Høgni Hoydal
landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo